Westward Ho farin til Íslands


31.12.1899 - 23:15 -


2. hvítusunnudag 28. mai kl. 17 fór Sluppin av Havnini (frá molanum við Skipasmiðjuna) til Íslands, har hon fer at luttaka í Sjómannadegnum í Reykjavík.

Hósdagin 31. mai kemur sluppin til Akranes, har sluppin liggur leygardagin 2. juni um 10 tíðina, tá farið verður av Akranesi til Reykjavíkar, har lagt verður at við 2 tíðina (kl. 14).

Á ferðini Akranes-Reykjavík verða gestir við. Borgarstjórin saman við býráðslimum úr Tórshavnar kommunu verða við á ferðini higani.

Meðan sluppin liggur við bryggju í Reykjavík, kunnu fólk koma umborð, og møguliga smakka føroyskan mat og harðkeks.

Westward Ho verður partur av hátíðarhaldinum.

Sluppin kemur at liggja á sjónligum stað við Sjósavnið. Føroyingar vórðu í slupptíðini kendir fyri blíðskap, m.a. tí teir lótu børnunum harðkeks (skipskeks).

Leygardegnum og sunnudagin 3. juni verður tikið lut í Hátið Hafsins. Skráin sæst á www.hatidhafsins.is.

Sigast skal, at í Reykjavík verður nógv gjørt burturúr. Leygardagin taka føroyingarnir lut í undirhaldinum. Mánadagin 4. juni um 12 tíðina verður silgt av Reykjavík móti Føroyum.

Kelda: Torsportal.fo



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir