Ein av stóru trolarunum hjá J-Marr sum møguliga skal verða móðurskip í føroyskum sjóøkið nú makrelfiskiskapurin stendur fyri framman.

Útlendingar klárir at taka ímóti makrelinum


20.12.1899 - 14:44 -


 

Nú arbeitt verður við einari politiskari semju um at býta makrelin standa fleiri útlendsk reiðarí klár at taka ímóti. Vestergaard váttar at stór altjóða feløg ætlað at senda stór móðurskip at taka ímóti makreli. 

Ein av stóru útlendsku leikarunum í føroyskari fiskivinnu er hollendska felagið Parlevliet & Van der Plas, sum m.a. samstarvar við JFK um Næraberg. 

Hollendska felagið sum eigur ein flota við næstan 100 skipum, harav fleiri sokallaði super-trolarar, er eisini partur av øðrum føroyskum reiðaríum. Hollendski risin eigur nevniliga í íslendska Samherja, sum aftur eigur í Framherja í Føroyum, sum nú hevur keypt stóran part av Faroe Seafood. 

Hollendski risin eigur 100% av partapeninginum í Kollafjørð Pelagic sum skal virkað stóran part av teimum 120.000 tonsunum av makreli sum landsstýrið hevur ásett føroyingum í egin kvotu. 

Útlendingar fáa stóran vinning av makrelinum

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, váttar at fleiri útlendsk reiðarí hava verið í samband við Fiskimálaráðið um at fáa útlendsk skip inn í føroyskt sjóøkið, sum móðurskip tá makrelfiskiskapurin byrjar.

- Eg kann vátta at m.a. bretska reiðaríi J.Marr sum eigur fleiri stór skip hevur spurt seg fyri um treytirnar fyri at fáa skip inn á føroyskt sjóøkið at virka sum móðurskip. Eg veit at teir hava leita sær upp føroyskar samstarvspartnarar, men tað eru eisini fleiri onnur útlendsk reiðarí sum hava gjørt tað sama. 

Eisini Thor í Hósvík hevur skip sum kunnu virkað sum móðurskip.- Tað skulu góðar grundgevingar verða fyri um Fiskimálaráðið ætlar at nokta skipum at virka sum móðurskip, tí hetta hevur verið gjørt áður. 

Um vit megnað at fiskað øll tey 120.000 tonsini so ferð at standa á hjá virkinum í Kollafirði og tí er tað gott fyri kappingina og prísin á makrelinum at fleiri keyparar verða um boðið. 

Hollendarar eiga eisini í J.Marr

Hollendska stórfyritøkan Parlevliet & Van der Plas eigur eisini í bretska felagnum J.Marr og nú tað í Degi og Viku gjárkvøldið kom fram at Løgmaður ætlar at leggja Fiskivinnumál saman við Vinnumálum eru tað fleiri sum hava ført fram at landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, hevur eina fortíð sum umboðsmaður fyri m.a. J.Marr.

- Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika um Johan Dahl eisini verður fiskimálaráðharri sjálvt um hann einaferð hevur verið umboðsmaður hjá bretska felagnum. Tað er nú einaferð soleiðis at tá loyvir verða givin verða tey fyrireika og grundgivin av umsitingini í fiskimálaráðnum. Tað er ongantíð landsstýrismaðurin sjálvur sum avgreiður slíkar spurningar og tí er hetta ikki nakrar trupulleiki fyri Johan Dahl, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi ráðharri í fiskivinnumálum. 

Í stuttari viðmerking, sigur Johan Dahl at hann ikki longur hevur nakað við J.Marr at gera.- Eg virkaði sum umboðsmaður fyri teir fram til 2004 tá samstarvið millum okkum endaði. Eg dugi ikki at síggja at hetta skuldi blivi nakar trupuleiki um fiskivinnumál vórðu løgd saman við vinnumálum. 

Ein kann samanlíkna hetta við at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Føroya Tele seinni gerst vinnumálaráðharri. Í hvørjum einstøkum føri metur ein um gegnistrupuleikar og eg vildi tí hildi meg langt frá at viðgjør eina møguliga umsøkn um eg hevði gegnistrupuleikar. 

Útlendingar klárir til tilfeingisbúð 

Í øllum førum er greitt at útlendskur kapitalur í dag hevur ein ómetaliga stóran leiklut í føroysku fiskivinnuni. Nú øll fiskiloyvið verða inn drigin í 2018 og politiska skipanin arbeiðir við at gera eina tilfeingisbúð er eingin ivi um at tað verður útlendskur kapitalur sum í framtíðini ferð at hava avgerandi orðið í føroyskari fiskivinnu.Tað er altíð kapitalurin sum bestemmar í eini vinnu, men spurningurin er um útlendingar eru betri fyrireikaðir til tilfeingisbúðina enn føroyska vinnan er, skrivar nordlysid.fo.

 


Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir