Kiran Jóanesarson - Skipsportalurin: Slættaberg landar til Havsbrún í Fuglafirði.

Úr at gera hjá Havsbrún


20.04.2014 - 19:22 -


Á Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera í hesum døgnum, virkið hevur tikið ímótir uml.50.000 tonsum av svartkjafti higartil í ár.

Starvsfólkini á Havsbrún hava nokk at síggja til, tá ið tey skulu til arbeiðis í morgin skulu tey í holt við at landa Tróndur í Gøtu, og landingarnar koma bóltandi so við og við. Christian í Grótinum er farin til Íslands at landa, av tí at bíðitíðin er ov long í Fuglafirði.

Vit tosaðu við Hartvig Joensen frá Havsbrún fyri løtu síðan og hann greiðir soleiðis frá.

- Vit hava tikið ímótir uml.50.000 tonsum av svartkjafti, og tað er nakað meira enn vit høvdu tikið ímótir sama tíðarskeið í fjør.
Vit tóku ímótir tilsamans 160.000 tonsum av svartkjafti í fjør, men vit mangla summari enn, so vit bíða spent til svartkjaftatíðin er av, so vit síggja tølini fyri í ár.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað sína last, verður tað Vilhelm Þorsteinsson, ið skal landa 1200 tons til Havsbún.Aftaná koma Atlantsfarið við fullari last uml. 1300 tonsum, Slættaberg, ið hevur uml. tað sama og síðan Norðborg, upplýsir Hartvig Joensen, leiðari á mat og olju deildini hjá Havsbrún í Fuglafirði í samrøðu við Skipsportalin í dag.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir