FRÁ 30 UM DAGIN TIL 1000 UM DAGIN
Føroyskir sjómenn og føroysk skipaáhugaði hava í nøkur ár haft ein portal sum tíðindi og myndir koma inn á.
Sjómenninir eru glaðir fyri portalin og nógvir vitja hvønn dag. Tað er ein størri og størri brúkaraskari, sum vitjar hendan portalin.
Søgan
Skipsportalurin, sum hann eitur, er vorðin alt meira kendur síðani teir tríggir, Kiran Jóanesarson, Bárður Michaelsen og Sverri Egholm stovnaðu hann í desembur 2007.
Tá vóru tað nakrir dreingir, sum keddu seg eitt kvøldið og settu portalin á stovn. Í dag er meira enn helvtin av teimum trimum yvir 18 ár, og hetta gevur alt meira møguleikar.
Skipini.fo hevur ment seg frá at vera ein heimasíða við 30 brúkarum um dagin til at hava upp til 1000 brúkarar um dagin.
Eigari av www.skipini.fo er Í/F Skipsportalurin. Eigarar av Í/F Skipsportalurin eru í dag Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm.





