Tunnusláttur á sjónum klokkan 14


01.03.2014 - 11:37 -


Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri ókeypis almennan tunnusláttur á
sjónum niðri í Vágsbotni út fyri Kaffihúsið leygardagin 1. mars 2014, kl. 14:00
Tunnuslátturin verður á sjónum fyri vaksin og fyri børnum á landi.

Tórshavnar Sløkkilið kemur við kranabili at heingja tunnuna í. Kaffihúsið stuðlar við ókeypis kakao og bollum til børnini sum koma. Tað eru vit sera takksom fyri.

Felagið skrivar, at teir vóna at síggja nógv fólk í Vágsbotni, tá kvinnur og menn í kavarabúna leypa á sjógv. Steðgað verður ikki fyrr enn síðsta træsprekið er fingið niður og Kongafiskarnir eru funnir. Faroe Dive stuðlar við vinningum til Kongafiskarnar.

Tórshavnar Froskmannafelag boðar frá at øll kunnu vera við og at koma at hyggja at. EInasta kravið er at man skal hava eina turr- ella vátdrakt. Tiltakið hevur fingið góða undirtøku frá limunum í felagnum og fólki annars.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir