Trýr uppá at fiskiskapurin batnar


21.02.2014 - 12:26 -


Í gjár kom fram at trolbáturin Dragasund úr Sørvági varð seldur og skrásettur í Tórshavn, tað er Bjarni Kass úr Havn, ið hevur keypt skipið við fiskiloyvum.


Vit ringdu til Bjarna Kass reiðara og spurdu hví hann hevur gjørt av at keypa sær ein trolbát aftrat.

- Skipið hevur staði til sølu eina tíð, og tað er fyrst og fremt áhugin, ið yvirtalaði meg til at keypa skipið, eisini er ein grund til keypið, at eg trúgvi uppá at fiskiskapurin batnar.


Bjarni Kass sigur, at keypari og seljari gjørdust samdir um, ikki at upplýsa keypsprísin á Dragasundi, men sigur, at keypari og seljari er nøgdir við handilin.

Fyri skjótt tveimum árum síðan valdi Bjarni Kass reiðari, at selja trolbátin Varðan til Danmarkar, tí at fiskiskapurin var ov vánaligur, vit spurdu reiðaran, um hann hevur hugt eftir øðrum skipum, nú hann keypti Dragasund, men tað hevur Bjarni Kass ikki, sigur hann í samrøðu við Skipsportalin.

Dragasund fer framhaldandi at sigla við navninum Dragasund, og fær havnanummarið TN 711, upplýsir Bjarni Kass í samrøðu við Skipsportalin.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir