Mynd: Skipsportalurin.

Torført at manna skipið


21.02.2014 - 12:44 -


Trolbáturin Dýrindal, ið varð seldur til Vágs í fjør hevur ligið nakað síðan søluna, trupulleikin var, at gearini fóru, og arbeiði tók nakað longri enn ætla.

Skipsportalurin tosaði í gjárskvøldið við Hans Jákup í Líðini, ið er ein av eigarunum og hann sigur soleiðis við Skipsportalin.

-Gearini fóru á Dýrindal, og tað endaði við at man mátti taka allan motorin úr skipinum, og tað førdi við sær at báturin lá í góðar tríggjar mánaðar.

Størsti trupulleikin er at manna skipið, eg eri við av og á sum avloysari, men eg havi nokk at takast við á landi, og tí hava vit brúk fyri fólki til Dýrindal.

Trolbátarnir hava gjørt nakrar góðar túrar eftir havtasku, og tað er eisini tað, ið vit helst fara at fiska tá ið vit fara aftur til fiskiskap um nakrar dagar.

Tá ið vit keyptu skipið klassaðu vit tað, so nú er skipið í góðum standi og hevur siglingarloyvið til einaferð seint í novembur í 2016.

Tað varð avtala gjørd við ein úr Norðoyggjum at føra skipið, hetta men datt niðurfyri aftur seinni.
Vit trúgva at fiskurin kemur aftur og at prísurin fer uppeftir, upplýsir Hans Jákup í Líðini í Samrøðu við Skipsportalin.

 



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir