Titanic eitt av trimum


09.04.2012 - 13:24 -


Heimskenda ferðamannaskipið Titanic varð bygt á Harland and Wolff í Belfast í Onglandi saman við báðum systurskipunum.
Tað var reiðaríið White Star Line sum áttu øll trý skipini, ið kallaðust Titanic, Britanic og Olympic.

Titanic var tað flottasta av teimum trimum og tað størsta. øll skipini hoyrdu undir Olympic Klassan. Klassin var uppkallaður eftir tí fyrsta skipinum, Olympic.

Hesi skipini skuldi vera tey størstu og flottastu skipini, ið skuldu sigla millum New York og Southamton.

Olympic var tað fyrsta, og tað bleiv bygt á Harland and Wolff í Belfast í 1911, Titaninc og Britaninc komu síðan í 1912.

Eftir vanlukkuna hjá Titanic skifti Brittannic navn. Tað upprunarliga navnið var Gigantic, men skipið fekk sum kunnugt navnið Britannic.

Britannic fór ongantíð í vinnu sum ferðamannaskip, men sigldi sum sjúkraskip hjá ensku sjóverjuni.

Tann 21. november 1916 sigldi skipið á eina minu í Kea kanaluni við Grikkaland og sakk eftir bert 55 minnuttir.
Men eftir vannlukkuna hjá Titaninc gav man Britannic munandi meira bjarginarbátar, og vóru tað einans 30, ið lótu lív umborð á Britannic, ið mun til Titanic, har talið var 1522 meðan 705 yvirlivdu.

Olympic var tað einasta av skipunum í Olympic klassanum, ið ikki sakk. Skipið var við til at søkkja ein kavbát og førdi yvir 200,000,00 hermenn í síni livitíð.
Seinni var skipið selt til Sir John Jarvis fyri 100.000,00 pund í 1935, og var síðan høgd upp. Arbeiði tók 2 ár.

Tann 31. mai 2009 andaðist Millvina Dean og sostatt var eingin av teimum, ið yvirlivdu Titanic eftir.
Millvina Dean var bert nýggju vikur gomul tá ið vanlukkan hendi. Millvina Dean var yngsta ferðafólk umborð á Titanic. Millvina misti pápa sín í vanlukkuni, meðan hon, mamman og beiggin yvirlivdu.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir