fjal

Tað stóð nógv á monnum


Myndasavn
30.01.2012 - 17:52 - Bárður Michaelsen

Men tað spæddi tó væl av hjá okkum, og í dag rigga vit til at taka Polarstjørnuna upp, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð.

Tá Norðlýsið kom norður á bedingina mánamorgunin, var lagið onki serligt á monnum. Polarhav, sum hevði verið uppi á beding, og fingið smurt botnin og annað smaputl gjørt, skuldi av aftur leygardagin, tí ætlanin at var at taka Polarstjørnuna upp.

Men tá varnaðust teir, at eitthvørt var afætt við mittasta vogninum, Polarhav stóð á trimum vognum. Ein av fremstu rullunum var farin niður í pálgrøvina, og lág har og virkaði sum bremsa.

Frimodt Rasmussen sigur, at nú vóru góð ráð dýr, so vit valdu at gera forarbeiði til at koyra Polarhav oman, leygardagin og sunnudagin. Sakin var nevniliga hon, at vit arbeiddu eisini uppá motorin á Polarhav, og vit vitstu, at ímeðan vit koyrdu oman, kundi ongin vera í maskinrúminum til arbeiðis.

Menninir drivu so á umborð, og undir skipinum leygardagin og sunnudagin, og mánamorgunin fóru vit so undir at lora skipið oman.

Fyri at lætta um trýstið á fremsta partin av mittasta vogninum, høvdu vit lyft og kílað uppundir skipið framman, soleiðis at vit tóku umleið 120 tons av vektini.

Tað gekk væl fyrsta strekkið, men tá umleið ein triðingur var eftir, stóð fast. Men við at halá skipið eitt sindur niðan, og so sleppa oman aftur, fingu vunnu vit spakuliga omaneftir.

Vit fingu Goliath hjá Thor í Hósvík at hjálpa til, eins og Ziska var okkum til sera stóra hjálp eisini.

Við hvørt sentimetrar, við hvørt tummar og so favnar viðhvørt. Tá skipið var komið somikið oman, at flóðin byrjaði at gera mun at lætta um trystið á rullina, ið var farin skeivt, fóru vit at brúka flóðina til at royna at fáa skipið longur oman, ímeðan tíðin innímillum bleiv brúkt til matnáðir og at rigga til til næstu flóð.

Mánakvøldið var full flóð, og tá bleiv roynt av øllum alvi. Goliath hevði enda á niðasta vognin, vit drógu skipið eitt sindur niðan, síðani setti Goliath fulla skrúvu fram, hann togar eini 15 tons, og vit sleptu spælinum.

Um miðnáttina mánakvøldið góvust vit. Týsmorgunin á flóðini var sama skilið. Goliath togaði og spælið togaði niðan og slepti síðani aftur.

Hetta trýstið, og nógva tyngdin á skipinum gjørdi, at tenn í pálrennuni brotnaðu undan og lógu og stongdu fyri. Tí fingu vit froskmann niður, at fara undir skipið at taka upp slík petti, sum lógu leys. Froskmaðurin fór niður við jøvnum millumbili, tá vit fyrst høvdu tryggjað skip og vogn.

Ein steðgur var tá fjørðan var stórst týsdagin, men á flóðini um kvøldið var roynt aftur, og tað gekk á sama hátt.

Men týskvøldið, sýntist Louis umborð á Ziska at hava mist tolið við okkum. Fyri at hjálpa til, settið hann ein enda umborð á Goliath, og togaðu nú báðir bátarnir av kraft. Og tá gekk betur. Men tað gekk bara stutta løtu, tí at enda kom Ziska ov nær grótkastinum á Vestursíðuni. Goliath royndi so einsamallur eina løtu, men tað gekk sera tungt.

Teir á Goliath valdu so at taka meira inn av sínum enda, fyri at gera nýtt pláss fyri Ziska og síðani settu báðir á.

Tá gekk og lítla stund seinni fleyt Polarhav.

Tað er keðiligt at koma út fyri slíkum, men illa ber til at fyribyrgja øllum. Hetta spældi væl av, og ongantíð var vandi fyri skipinum, tí tað stóð væl á aftasta votni og tí fremsta vogninum.

Størri skip hava verið uppi her fyrr enn hetta, og vit eru til dystin fús aftur at taka skip upp. Sigur Frimodt Rasmussen stjóri.

Polarstjørnan upp Mikukvøldið vóru vit aftur á Bedingini við myndatólinum. Tá fingust teir við at umvæla mittasta vognin, tí Plarstjørnan skuldi upp ídag hósdagin.

Hjá mær var hetta ein stór uppliving at síggja ungu menninar, saman við gamla manninum Janusi Jacobsen, kempa við at fáa skipið aftur á sjógv. Ikki minst imponeraðu bátarnir báðir Goliath og Ziska. Bedingsboyðan fekk mangan lúsingin, tí hon lá ímillum Goliath og Polarhav.

Tað vóru ikki hissini kreftir sum vóru ígongd, tá Goliath við sínum 15 tonsum í trekkraft settið á. Tíðum brast endin og tað ljóðaði ógvusligt út úr myrkrinum og storminum. Skúmið og motordunið frá teimum báðum Goliath og Ziska, tá teir settu á saman var ógvusligt at uppliva. Ikki minst skrúvuvatnið, ið nærum fekk lítla flakan sum lá við kajkantin at fara upp á kajina, tá togað var av tí mesta.

Jú, har vóru menn til arbeiðis, ið kendu sítt handverk.

Síð myndir við at trýsta á linki her: http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=1640

Kelda: nordlysid.fo




Fleiri greinar

Byggja fyrsta risapallin til Barentshavið

19. Mai 2012 - 17:42

Flatan er líka stór sum ein fótbóltsvøllur, og vektin er 60.000 tons. Harafturat er Goliat-pallurin bygdur til at tola tað harða veðurlagið í tí arktiska økinum. - Hetta er ein stórhending fyri oljuútjaðaran í Norðurnoregi, og eg eri ovfarin av støddini, sigur Per...

les meir

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.