Skiparin á Costa Concordia var ikki ávirkaður av rúsdrekka ella narko staðfestir ein kanning nakað eftir vanlukkuna.
Tað hevur advokaturin hjá skiparanum greitt almenninginum frá. Skiparin, Francesco Schettino varð kannaður bæði fyri rúsdrekka í blóðinum og fyri narko í kroppinum eftir at skipið rendi á boðan.
Eitt felag, sum umboðar tey, sum vóru við ferjuni og tey eftirsitandi eftir vanlukkuna sigur, at tey ikki hava álit á kanningina.
Tað var hin 13.januar at 114.000 tons stóra Costa Concordia rendi á boðan uttanfyri Toscanas og hagartil eru 17 lík funnin, men framvegis eru 13 saknaði. Hetta skrivar sandportal.fo í dag.
Fleiri greinar
19. Mai 2012 - 17:42
Flatan er líka stór sum ein fótbóltsvøllur, og vektin er 60.000 tons. Harafturat er Goliat-pallurin bygdur til at tola tað harða veðurlagið í tí arktiska økinum. - Hetta er ein stórhending fyri oljuútjaðaran í Norðurnoregi, og eg eri ovfarin av støddini, sigur Per...
19. Mai 2012 - 17:30
Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...