fjal

Sildatrolari sleipaður inn í Norra


03.02.2012 - 17:25 - Sverri Egholm

Síðsta sunnudag varð trolarin Salvøy sleipaður inn, tí hann hevði fingið trolið um skrúvuna.

Tilburðurin var nakrar fjórðingar í ein útnyrðing úr Hitra.

Trolarin hevði fingið trolið í skrúvuna og kallaði á bjargingarskútuna Erik Bye um hjálp.

Um dagin er sildin á botni, og tí royna trolarar um dagin. Um náttina sleppur so nótin framat, tí tá er sildin uppi í sjónum.

Sildatrolarin Salvøy hevði seinnapartin sunnudagin fingið um skrúvuna, og hann slapp ongan veg. Bjargingarskútan Erik Bye sigldi út til hansara og setti sleip á. Fínasta veður var við einum lítlum loti av útsynningi.

Sleipað varð í fýra tímar. Síðan kavaðu teir í tveir tímar, áðrenn trolið varð leyst av skrúvuni aftur. Salvøy fór beinleiðis aftur til fiskiskap.

Kelda: Netavísin




Fleiri greinar

Byggja fyrsta risapallin til Barentshavið

19. Mai 2012 - 17:42

Flatan er líka stór sum ein fótbóltsvøllur, og vektin er 60.000 tons. Harafturat er Goliat-pallurin bygdur til at tola tað harða veðurlagið í tí arktiska økinum. - Hetta er ein stórhending fyri oljuútjaðaran í Norðurnoregi, og eg eri ovfarin av støddini, sigur Per...

les meir

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.