Samlaði innflutningurin í fjør var 5,25 mia.
20.02.2012 - 21:56 - Bárður Michaelsen
Uttan skip, flogfør og brennievni innfluttu vit fyri 3,4 mia. Tað er 8% meir enn ári fyri.
Bert í 2007 hevur innflutningurin verið størri enn hann var í fjør. Tað eru tó skip og brennievni sum muna mest í vøkstrinum.
Skipainnflutningurin var serliga stórur í fjør, men okkurt av skipunum, sum kom, er longu farið aftur av landinum.
Eisini innflutningurin av brennievni var stórur í virði. Hinvegin var hann í nøgd tað lægsta í fleiri ár. Tað eru sostatt stóru príshækkingarnar á olju, sum gera, at innflutningsvirðið av brennievni gjørdist so høgt.
Stórur partur vøkstrinum er innflutningur av fóðri og tilfari til fóðurframleiðslu. Hetta kemst av, at alivinnan seinastu árini er vaksin nógv, og fóðurnýtslan tí eisini er vaksin.
Vit síggja tó vaksandi innflutning í flest øllum bólkum, hóast talan ikki er um tann stóra vøksturin enn.
Tað, sum vit innflyta til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er eisini farið at vaksa aftur.

Kelda: netavísin.fo