Sakk á veg til upphøggingar

25.01.2012 - 19:49 - Kiran Jóanesarson

Íslendski trolarin Hallgrímur er sokkin ávegis úr Íslandi til Norra. Leitað verður eftir trimum monnum. Ein er bjargaður.

Hallgrímur er sokkin einar 270 fjórðingar úr Stad í Norra. Tað vil siga nakað miðskeiðis millum Føroyar og Norra, men nakað norðan fyri Føroyar. Sí mynd av korti omanfyri.

Trolarin sendi út neyðarkall um hálvgum eitt tíðina í dag.

Maðurin, sum bjarðaður varð, varð tikin úr sjónum av tyrlu og flogin til Norra. Hann var í yvirlivilsisdrakt og hevur tað eftir umstøðunum gott. Tríggir aðrir vóru við, men enn er eingin teirra funnin. Allir fýra eru íslendingar.

Fleiri tyrlur, flogfør og skip leita, men ringt veður er á leiðini. Aldurnar eru 15 metrar høgar og vindurin er upp í ódnarstyrki í hvirlunum.

Navnið á trolaranum er júst kunngjørt, tí nú hava øll avvarðandi fingið boð. Eingin ivi er um, at trolarin er farin til botns. Vraklutir rekast í økinum.

Hallgrímur er bygdur í 1974. Hann varð ávegis til Norra, hagar hann er seldur til høggingar.
 
Kelda: Netavisin.fo

 



Fleiri greinar

Alaskan Leader Fisheries bílagt nýtt skip

22. Feb 2012 - 22:17

Uttanlands: Fyrr í hesum mánaðinum var byggisáttmáli undirskrivaður millum Alaskan Leader Fhisheries og amerikonsku skipasmiðjuna JM Martinac Shipbuilding Corporation of Tacoma í Washington um at byggja nýtt línuskip til Alaskan Leader Fhisheries . Nýggja skipið verður millum heimsins mest umhvørvisvinarligu skipini í heiminum, og verður...

les meir

Arctic Viking farin nýggjan túr

22. Feb 2012 - 21:52

Innanlands: Arctic Viking, sum hevur landað 400 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, loysti aftur av Hafnafirðinum í nátt, nú hava teir sett kós í Loynikrókin at fiska rækjur. Seinasta túr fiskaðu teir á Grand Banks, tað eru uml. 1.300 fj. av Grand Banks til...

les meir

DFDS hevur bílagt 150 ro/ro skip

21. Feb 2012 - 19:14

Uttanlands: DFDS tímir ikki at tvætla við eitt og tvey skip í senn. Tey vilja heldur byggja skip í hópframleiðslu. Henda útsøgn er ikki at taka munnin ov fullan, tí DFDS hevur júst bílagt eina røð við 150 skipum.Hesi 150 skipini eru kortini ikki so stór...

les meir

Østerbris AS skal hava nýtt skip

21. Feb 2012 - 18:11

Uttanlands: Norska reiðaríið Østerbris A/S hevur sett seg í samband við Wärtsilä skibsdesign um eina tekning av nýggjum skipið. Reiðaríið ætlar at skifta núverandi skipið, ið kallast Austerfjord út við eitt nýtt nótaskip, ið skal hava navnið Østerbris. Enn er eingin byggisáttmálið undirskrivaður, tí at reiðaríið...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.


In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.