Rundferðarskip sigla mangan nær landi
30.01.2012 - 16:50 - Sverri Egholm
Í síðstu viku ferðaðust myndir á netinum, sum vístu rundferðarskip, ið sigldu ógvuliga nær landi á somu leið, har Costa Concordia bar við botn og holvdist.
Myndir av rundferðarskipi, ið siglir sera nær við Faraglioni klettarnar á Capri ferðaðust um á netinum í síðstu viku. Tá var skipið ókent, men nú er komið fram, hvat skip talan er um. Skipið er Seven Seas Voyager, og myndin omanfyri er av netsíðuni hjá reiðarínum, har tey breggja sær av, hvussu nær landi skip teirra sigla.
Sí netsíðuna hjá Regent Seven Seas her
Kelda: Netavísin

Fleiri greinar
19. Mai 2012 - 17:30
Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...
18. Mai 2012 - 19:35
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...