Poseidon í nýggjum hami


01.11.2011 - 23:18 -


Fyrrverandi verksmiðjutrolarin Poseidon, sum Thor í Hósvík átti, kallast nú Vladimir Starzhinsky, og hevur heimstað í Russlandi, skipið var selt úr Føroysum í mars mánaða.

Skipið var selt til eitt felag í Russlandi, ið skuldi brúka skipið til fiskiskap í Kamtchaka, men sum vit hava skilt á lagnum, er skipið síðan selt aftur til eitt anna felag, og hvar skipið fiskar nú vita vit ikki.
Sum sæst á myndinið, hevur Poseidon ella Vladimir Starzhinsky sum skipið kallast í dag fingið nýggjar litir.
Poseidon, var ikki einasta skip av hesum slag, ið var heimahoyrandi í Føroyum, Thor átti eisini Athenu sum brendi, og Hercules, ið Anfinnur Olsen nú eigur, og Høgaberg, ið Anfinnur Olsen seldi aftur til Íslands, øll hesi vóru systurskip.
Tilsamans eru tey 15 systurskip, og eldur hevur verið á 5 av teimum.

Fleiri "Kallast nú" greinar




Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir