
Oljuleki vestan fyri Hetland
30.01.2012 - 22:19 - Sverri Egholm
Foinaven oljukeldan vestan fyri Hetland fer møguliga at vera stongd í fleiri vikur, eftir at ein lítil oljuleki er staðfestur.
Keldan liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið og var tann fyrsta oljukeldan í hesum økinum, sum fór undir framleiðslu fyri umleið 15 árum síðani.
Sambært Upstream og øðrum oljuheimasíðum siga umboð fyri fyristøðufelagið BP, at eingi sjónlig tekin eru um nakra oljudálking. Hetta ber til at staðfesta eftir upplýsingum frá fjarstýrdum kavbátum á staðnum, sokallað ROV, remotely-operated vehicle.
Lekin er staðfestur í útbúnaðinum, sum stendur á havbotninum. Hesin útbúnaður er festur í eitt goymslu- og framleiðsluskip, sum liggur fast á staðnum, eitt sokallað FPSO skip, Petrojarl Foinaven, sum stendur fyri “Floating Production, Storage & Offloading vessel.”
Lekin varð steðgaður stutt eftir, at hann varð staðfestur upplýsir BP. Tað veit kortini ikki, hvussu leingi tað hevur likið, men einki er í umhvørvinum, sum vísir eina oljudálking sigur ein talsmaður fyri oljufelagið.
Foinaven er ein av tilsamans fýra oljukeldum, sum framleiða olju vestan fyri Hetland. Hinar eru Schiehallion, Loyal og Clair.
Kelda: Oljan.fo









