Nýggj vaktarskip til Angola
04.02.2012 - 19:10 - Sverri Egholm
Fyrra av tveimum nýggjum verjuskipum er latið til Angola. Skipini verða bygd í Rumenia.
Damen Shipyards Galati er skipasmiðjan, sum Damen eigur í Rumenia. Henda skipasmiðja hevur latið fyrra av tveimum vaktarskipum tí Angola. Nýggju skipini skulu hjálpa Angola at hava betri og strangari eftirlit við stóra fiskiríkidømi landsins.
Verjuskipið, Ngola Kiluange, er av slagnum FISV 6210. FISV er stytting fyri Fishery Inspection Surveillance Vessel.
Damen Shipyards Galati er eisini í holtur við at byggja eitt fiskiransóknarskip av slagnum FRV 2810 til Angola. FRV stendur fyri Fishery Research Vessel.
Fiskivinna fyllir nógv í búskapinum hjá Angola, men stórir trupulleikar eru við ólógligum fiskiskapi inni á angolskum sjóøki. Angola er farið í tætt samstarv við Namibia og Suðurafrika fyri at koma ólógliga fiskiskapinum til lívs.
Damen Group er hollendsk fyritøka, ið ræður yvir fleiri skipasmiðjum í fleiri londum. Til dømis er ein í Vietnam. Fyritøkan varð stovnað í 1927 og hevur høvuðssæti í Rotterdam.
Um skipið:
- Longd 61.94 m
- Breidd 9.70 m
- Dýpd 4.70.m
- Klassi DNV
- Manningarrúm 45 fólk
- Ferð 17 míl
Kelda: Netavísin