Nýggj uppfinning: Dustsúgvari tekur sær av lýsnum


11.11.2013 - 15:18 -


ALING Í FØROYUM: Flótandi lús aftaná avlúsing fekk tveir av starvsfólkunum hjá Marine Harvest Faroes at finna eina einfalda loysn fyri at sleppa heilt av við lýsnar.

Lús er ein afturvendandi trupulleiki hjá alivinnuni. Sera ymiskt er á hvørjum firðum lúsin trívist best, men plágan slepst ikki heilt undan. Tí noyðast alararnir at avlúsa fiskin. Seinastu tíðina hava føroysku alararnir brúkt hydrogen peroksid, ella tað tað flestu kenna tað sum, brintoverilte - sama evni sum kann brúkast til at reinsa oyraringar við. Hetta er ein háttur sum virkar gott. Ein dúkur verður lagdur rundan um alinótina, og so verður hydrogen peroksid stoytt í. Lúsin sleppur beinanvegin laksinum, Trupulleikin er at tær flestu eru bara svímaður og ressast skjótt við aftur.

Vit hava gjørt eina roynd at dustsúgva laksalús upp beint eftir avlúsing. Hetta verður gjørt fyri at minka um lúsasmittutrýstið, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes.

- Hetta sær út til at rigga. Lúsateljingin aftaná vísti, at tað var væl minni av lús. Tó ber ikki til at ávísa, at tað er orsaka av hesum, men hetta er heilt vist ein hjálp. Eitt er vist; hesar lýsnar, sum eru støvsugaðar úr sjónum koma ikki á aftur laksin, sigur ein nøgdur stjóri.

Hann sigur at aftaná eina avlúsing liggur ein rúgva av lýs og flýtur í vatnskorpuni inni í aliringinum.

- Lýsnar fara væl av, men trupulleikin er, at tær vakna aftur nokk so skjótt eftir avlúsing og kunnu tí seta seg á aftur laksin antin á sama alibrúki ella á einum alibrúki í grannalagnum. Tí var eitt stórt ynski frá alarum um at fáa hesar lýsnar burtur, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Leif Petersen og Árni Hoydal Thomassen, ið starvast hjá felagnum, fingu hetta hugskotið og snikkaðu ein dustsúgvara kláran til endamálið.

- Hetta vísir seg at rigga. Nú verður ein størri súgvari keyptur til endamálið, soleiðis at arbeiðið fer at ganga skjótari. Lýsnar verða tiknar til lands og stoyttar í klor fyri at taka lívið av teimum og síðani burturbeindar, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Í sjónbandaupptøkuni sum sæst á portal.fo sæst hvussu einfalda uppfinnilsi hjá Leif Petersen og Árni Hoydal Thomassen verður brúkt. Tað sum sæst í vatnskorpuni er gróður sum dettur av í samband við avlúsing. Í hesum er eisini ilt sum setir seg á proteinir í sjónum, og lýsnar enda inni í hesum skúminum.

Sí video her


Kelda: Portal.fo



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir