fjal

Norskt alibrúk rakt av ringari sjúku


01.02.2012 - 20:44 - Sverri Egholm

Alifyritøkan Salmar Nord noyðist at slakta tvær milliónir laksar, tí hesir hava fingið illa smittandi sjúkuna, ið nevnd verður PD.

Eftir at herviliga laksasjúkan PD varð staðfest í brúkinum hjá Salmar Nord í Finnvika í Tromsø hevur eftirlitsmyndugleikin boðað frá, at fiskurin má slátrast.

Í fyrstu atløgu kærdi Salmar Nord avgerðina um slakt, skrivar Troms Folkeblad. Kæran varð ikki tikin til eftirtektar av myndugleikanum, Mattilsynet, sum týsdagin helt fast við, at allur laksurin í ringunum í Finnvika skuldi takast.

Í ringunum eru tvær milliónir laksar, síl og ælabogasíl, sum sett vórðu út í heyst. Meðalvektin er 300 gramm.

Fiskurin verður mettur til umleið 30 milliónir krónur í virði, og nú stríðist fyritøkan fyri at sleppa frá at drepa allan fiskin.. Tey siga seg megna at avmarka sjúkuna til tann eina ringin. Tí halda tey ikki, at tað er neyðugt at taka fiskin, fyrrenn hann er komin upp á vanliga sláturvekt.

Hetta brúkið liggur rættiliga langt burtur frá øðrum brúkum, so fyritøkan metir, at vandin fyri smittu er ikki so stórur.

Sjúkan rínir bert við laks, og tað er ikki skaðiligt at eta laks, ið hevur PD.

Kelda: Netavísin




Fleiri greinar

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.