Mynd: Nordvik - Shipspotting.com

Nordvik seldur til upphøggingar


14.04.2014 - 18:57 -


Farmaskipið Nordvik, ið varð skrásett í FAS í 2012 er nú selt til upphøgingar í Danmark.

Nordvik er ikki nakað ókent skip í Føroysum, talan er nemliga um skipið, ið bleiv bygt í 1977 sum Lómur, ið Skipafelagið lat byggja.

Lómur og Blikur vóru bygdir á somu skipasmiðju, og báðir blivu teir longdur meðan Skipafelagið átti teir.
Blikur kallast í dag Nordvåg.

Tað fall nógvum tungt fyri brótsi tá ið tað kom fram, at Skipafelagið hevði avgjørt at selja Blik og Lóm til eitt felag í Noreg í 2008, skipini høvdu tá havt heimstað í Føroyum í heili 30 ár.

Skipini blivu seld til Nor-line og skrásett undir Nis í 2008, men komu aftur undir føroyskt flagg í 2012.
Nordvik verður upphøgt í Grenaa.

 



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir