fjal

Viðmerkingar til verja av ungfiski


16.02.2012 - 23:25 - Kiran Jóanesarson

John Kári Jacobsen útróðrarmaður og skipari og ein av eigarunum á Bragd ger her viðmerkingar um málið við at lata upp tey stongdu økini inni við land.

Skal ikki kommentera um tað var rætt at siga landstýrismannin í fiskivinnumálum úr starvi ella ikki, men bert eina viðmerking um málið við at lata upp tey stongdu økini inni við land.

Ávísur tingmaður skrivar, at friðingarnar inni við land tóku støði í tilmæli frá Havstovuni. Til tað er at siga, at hetta er bert ein hálvur sannleiki.

Sum er, er tað veiða við línu, sum ikki kann royna á hesum leiðum, men snelluveiða hevur loyvi. Orsøkin til friðingar á hesum leiðum yvirhøvur, er verja av ungfiski.
Akkurát í hesum spurningi loypur ketan av, tí tað er júst snellan, sum tekur tann smæsta fiskin. Men tað er eingin trupulleiki, og við vælsignilsi frá undanfarna fiskimálaraharra J. D. og m.a frá hesum ávísa tingmanni, hevur tann veiðihátturin havt loyvi at troytt hesar leiðir.

Her kanska luktar av innhabiliteti, tá ið tað nú er so inn at tosa um gegni ella ógegni. Eg ynski bert at geva viðkomandi tingmanni góð ráð og ikki tosa hart um mál, ið ein ikki hevur skil fyri. Man kann ikki blása og hava mjøl í munninum. Havstovan sigur seg vita alt ov lítið um júst hesi økir. Annars er at siga, at tað neyvan hevði verið tann stóri skaðin um hesi øki opnaðu nú, tí millum annað er tað helst fari av fiskitíð á nógvu av hesum økjum.

Kelda: 24timar.fo




Fleiri greinar

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.