fjal
Mynd: Hilmar Snorrason

Vesturvón skal skiftast út


16.02.2012 - 15:50 - Kiran Jóanesarson

Flakatrolarin Vesturvón er nú settur á sølulista, tí nýtt skip skal finnast fyri skipið, hetta váttar Anfinnur Olsen reiðari fyri Skipsportalinum.

-Vesturvón er nú sett til sølu, tí vit vilja hava nýggjari skip, sigur reiðarin í samrøðu við Skipsportalin.
Vesturvón er nú á veg heim, eftir at teir hava verið til fiskiskap síðan ársskitfið.

-Vit hava einki skip funnið fyri Vesturvón, og heldur ikki fingið nakað boð fyri skipið, Vesturvón er akkurát sett á sølulista, men av tí at vit selja skipið uttan kvotur, er tað ikki hugsandi at føroyingar keypa skipið.

Vit spurdu reiðaran um teir eru við í ætlanini, at keypa Skálaberg aftur til Føroya, men her svarar reiðarin stutt og greitt, at teir ikki hava nakað við ætlanina at gera.

-Vit hava hoyrt at fyrrverandi Skálaberg er til sølu, men vit hava einki við ætlanina at gera, og hava heldur ongan áhuga, at keypa skipið. Reinarin veit heldur ikki hvørjir teir eru, ið hava hesað ætlan.

Til endans spurdu vit reiðaran nær nýtt skip kann væntast, at koma í flotan fyri Vesturvón, og her svarar reiðarin, at so leingi Vesturvón ikki er seld, kemur einki skip inn staðin fyri. Sølupeningurin skal fíggja nýggja skipið sigur reiðarin til endans við Skipsportalin. Vesturvón er bygd í 1985.

 




Fleiri greinar

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.