Phantom liggur nú við bryggju í Oskarshamn
17.02.2012 - 15:47 - Sverri Egholm
Í morgun kom mannleysa farmaskipið inn í Oskarshamn. Skipið kom í havsneyð norðan fyri Øland í Svøríki og fekk ógvusliga slagsíðu mikunáttina. Sí myndir niðanfyri.
Tvey skip hjá svensku sjóverjuni togaðu Phantom inn í havnina í Oskarshamn í morgun.
Nú verður farið undir at taka dekkslastina í land, áðrenn roynt verður at fáa skipið á rættkjøl aftur.
Hóast talan var um torført sleip í ringum veðri, spældi væl av, og nú er nærum eingin vandi fyri dálking, og skipið tykist vera til at bjarga.
Kelda: Netavísin