fjal

Marglætisjáttin sakk


Myndasavn
18.02.2012 - 14:39 - Kiran Jóanesarson

Tyrla hjá griksku sjóverjuni bjargaði undir torførum umstøðum átta fraklendingum av søkkandi marglætisjáttini Yogi.

Kenda marglætisjáttin er ikki ár enn. Í gjár sakk hon í Egeiska havinum. Átta fraklendingar vóru við játtini, og hesir vórðu allir bjargaðir.

Yogi sendi út neyðarkall tíðliga gjáramorgunin. Sjógvur lak inn í skipið, og tað hevði fingið slagsíðu. Beinanvegin fór Super Puma bjargingartyrla avstað og løtu seinni tók tyrlan øll átta upp av játtini.

Játtin er fronsk. Prísurin fyri at leiga hana í eina viku er umleið 2,5 milliónir krónur. Hon hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri sniðgávu. Eisini er hon innstillað til prísin sum World Superyacht Award. Hon er 60 metrar til longdar næstan 10 metrar breið.
 
Síð myndir av Yogi undir greinini.
 
Kelda: Netavisin.fo

 



Fleiri greinar

Bátastevna í fagrasta veðri

19. Mai 2012 - 17:30

Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...

les meir

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.