Hevur framvegis gamla navnið
16.02.2012 - 23:17 - Kiran Jóanesarson
Frystitrolarin Kappin, ið var seldur til eitt felag í Murmansk síðsta summar, hevur framvegis navnið Kappin, hóast skipið er flagga til Russlands.
Tað var í juni mánaða í fjør, at Kappin varð seldur eftir, at skipið hevði ligið síðan 2008.
Vit hava funnið eina mynd av Kappanum, men ikki kann sigast, at skipið er nógv broytt.
Hvat kappin skal nýtast til vita vit ikki, men felagið, ið eigur skipið í dag hevur fleiri frystiskip og pelagiskskip undir sær.

Fleiri greinar
19. Mai 2012 - 17:30
Tað er av fagrasta veðri í Vestmanna í morgun. Veðrið kemur eisini at halda sær í dag, hann verður sunnan og landsynningur í ættini, sum eru góðar ættir inni á Vestmanna, vindferðin fer at liggja um 5-7m/sek. Í morgin verður eisini...
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...
18. Mai 2012 - 19:35
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...