Mynd: Karla Egholm, www.skipini.fo.
Framvegis stór undirtøka fyri at drepa grind
19.02.2012 - 13:51 - Sverri Egholm
Nýggj kanning á heimasíðuni 24Update vísir, at føroyingar framvegis ynskja at drepa grind.
Hóast ávís mótmælir seinastu árini, so tykist undirtøkan ógvuliga greið og alt bendir sostatt á, at føroyingar ikki ynskja at gevast við at drepa grind fyribils. Tað er í øllum førum niðurstøðan í einari kanning á heimasíðuni www.24update.com, sum m.a. savnar saman tíðindayvirskriftir frá bæði kendum og minni kendum veitarum, bæði her á landi eins og uttan úr heimi.
Av teimum 328 atkvøðunum tilsamans í kanningini vóru tað 79%, sum vóru fyri framhaldandi grindadrápi, ímeðan 16% hinvegin hildu, at hesin aldargamli siður føroyinga ikki longur skal haldast í hevd. 5% av teimum, ið greiddu atkvøðu, vóru í iva um spurningin.
Talan er um eina sonevnda quick-poll atkvøðugreiðslu, sum tí eigur at takast við størsta fyrivarni. Slíkar kanningar eru nevniliga ikki heilt eftirfarandi, men kunnu tó vísa eina ábending um eina gongd.
Myndin omanfyri er frá drápinum í Sandágerið 22. november 2011. Trýst her fyri at síggja fleiri.

Fleiri greinar
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...
18. Mai 2012 - 19:35
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...
17. Mai 2012 - 16:01
Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...