Mynd: Sjúðaberg - Torleif Johannesen

Flakatrolararnir gera skjótt av


09.06.2014 - 15:14 -


Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár við 230 tonsum av skráskornum kongafiski.

Gadus fór avstað leygardagin, og settu teir kós ímóti Barentshavinum. Teir vóru ikki meira enn farnir tá ið tað frættist, at Ran kom aftur úr Irmingahavinum við 300 tonsum av kongafiski.

Í dag skrivar Norðlýsið so, at flakatrolarin Sjúraberg hevur sett kósina heim við uml.700 tonsum.

Norðlýsið skrivar soleiðis um Sjúrðaberg: Hendan túrin hava teir roynt í norskum sjógvi. Skipið fór avstað 10. mai og fingu fulla last í dag. Umleið 700 tons av avhøvdaðum frystum fiski, har størsti parturin er toskur. Sostatt er talan um ein sera góðan túr.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir

Núpur til Eysturgrønlands

22. Mai 2014 - 16:30

Føroyingar eiga eina lítla toskakvotu í Eysturgrønlandi. Í fleiri ár gekst onki serligt at fáa fiska tonsini, men fyri nøkrum fáum árum...

les meir