fjal

Fekk brúgv á brúgvatakið


Myndasavn
16.02.2012 - 15:30 - Bárður Michaelsen

Hetta skipið rendi av ókendum orsøkum á brúnna, og partur av brúnni datt niður á tað. Sí fleiri myndir

Skipið flytir lutir til flogfør frá einari verksmiðju til aðra eftir hesi ánni í Kentucky í USA, men hóskvøldið hendi eitthvørt, ið gjørdi, at skipið rendi á brúnna.

Eingin fólkaskaði stóðst av tilburðinum, hóast tað var nær við. Fleiri bilar vóru á brúnni, og onkur teirra var bert fáar metrar frá at koyra útav.

Brúgvin eitur Eggner Ferry brúgvin. Tvey petti av brúnni fullu niður á skipið. Talan er um rættiliga tungar lutir, ið eru gjørdir úr stáli. Nú mugu bilar koyra langa leið, tí ikki ber til at koma um brúnna. Longda farleiðin er 300 kilometrar, so tað er ikki smávegis.

Sambært myndugleikunum koyra umleið 2800 bilar eftir brúnni um dagin.
Kelda: netavísin.fo



Fleiri greinar

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir

Sjagaklettur og Gullberg á Vestmanna

17. Mai 2012 - 16:01

Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.