DFDS hevur bílagt 150 ro/ro skip
21.02.2012 - 19:14 -
DFDS tímir ikki at tvætla við eitt og tvey skip í senn. Tey vilja heldur byggja skip í hópframleiðslu.
Henda útsøgn er ikki at taka munnin ov fullan, tí DFDS hevur júst bílagt eina røð við 150 skipum.
Hesi 150 skipini eru kortini ikki so stór sum tey bæði, reiðaríið hevur skriva sáttmála um í Stralsund, tí tey liggja millum 30 og 40 cm í longd.
Fyrst koma 50 modellskip, ið eru eftirgerð av teimum báðum, ið verða bygd í Stralsund. Hesi vórðu latin av Modelos Navales Riera S.L.U. og eru longu komin vegin fram til DFDS. Skipini eru málað í røttu litunum og modell av bæði bingjum og treilarum eru umborð.
Í fyrstu syftu bera tey heitini Projekt Germania og Projekt Dania, men tá veruligu skipini hava fingið røttu ARK nøvnini, verða hesi eisini navngivin av nýggjum. Tey írestandi hundrað modellskipini verða klár til navngevingina um nakrar mánaðir. Hetta sambært Richard Berg-Larsen, sum er stjóri í Fleet Department DFDS, skrivar netavisin.fo.