Arctic Viking farin nýggjan túr
22.02.2012 - 21:52 - Kiran Jóanesarson
Arctic Viking, sum hevur landað 400 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, loysti aftur av Hafnafirðinum í nátt, nú hava teir sett kós í Loynikrókin at fiska rækjur.
Seinasta túr fiskaðu teir á Grand Banks, tað eru uml. 1.300 fj. av Grand Banks til Íslands, nú skulu teir aftur sigla einar 1.300 fjórðingar upp í Loynikrókin, ella íalt 11-12 dagar í sigling - oljan kostar nógv einar kr. 50.000,- um dagin ella íalt einar kr. 600.000,- í 12 dagar.
Skipari á Arctic Viking er kollfiðringurin Bjarni Petersen.
Kelda: joanisnielsen.fo

Fleiri greinar
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...
18. Mai 2012 - 19:35
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...
17. Mai 2012 - 16:01
Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...