Landingar
25.01.2012 - 22:09 - Bárður Michaelsen
Reynsatindur hevur landað 70.000 pund av góðum línufiski í dag, Reynsatindur hevur hendan túrin roynt norðanfyri.
Partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin landaðu í gjár, teir høvdu 200.000 pund, har meginparturin var upsi.
Skipini: Venus, Reynsatindur, Vesturvarði og Vesturskin fara øll nýggjan túr í morgin.
Sandstrolarin Eysturbúgvin, sum partrolar saman við vetmannatrolaranum Vesturbúgvanum landaði í Havn í gjár, Vesturbúgvin landaði á Toftum. Teir høvdu tilsamans góð 200.000 pund, so gott sum alt var upsi.
Kelda: jóanisNielsen.fo

Fleiri greinar
22. Feb 2012 - 22:17
Uttanlands: Fyrr í hesum mánaðinum var byggisáttmáli undirskrivaður millum Alaskan Leader Fhisheries og amerikonsku skipasmiðjuna JM Martinac Shipbuilding Corporation of Tacoma í Washington um at byggja nýtt línuskip til Alaskan Leader Fhisheries . Nýggja skipið verður millum heimsins mest umhvørvisvinarligu skipini í heiminum, og verður...
22. Feb 2012 - 21:52
Innanlands: Arctic Viking, sum hevur landað 400 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, loysti aftur av Hafnafirðinum í nátt, nú hava teir sett kós í Loynikrókin at fiska rækjur. Seinasta túr fiskaðu teir á Grand Banks, tað eru uml. 1.300 fj. av Grand Banks til...
21. Feb 2012 - 19:14
Uttanlands: DFDS tímir ikki at tvætla við eitt og tvey skip í senn. Tey vilja heldur byggja skip í hópframleiðslu. Henda útsøgn er ikki at taka munnin ov fullan, tí DFDS hevur júst bílagt eina røð við 150 skipum.Hesi 150 skipini eru kortini ikki so stór...
21. Feb 2012 - 18:11
Uttanlands: Norska reiðaríið Østerbris A/S hevur sett seg í samband við Wärtsilä skibsdesign um eina tekning av nýggjum skipið. Reiðaríið ætlar at skifta núverandi skipið, ið kallast Austerfjord út við eitt nýtt nótaskip, ið skal hava navnið Østerbris. Enn er eingin byggisáttmálið undirskrivaður, tí at reiðaríið...