Jens Meinhard nýggjur formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip


07.04.2014 - 18:18 -


Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevði hósdagin í farnu viku ársaðalfund. Fyri vali á nevndarfundinum stóðu Annfinn V. Hansen, Hentzar Steingrímsson, Kaj M. Petersen og Jónas Sigmarsson. Allir uttan Annfinn V. Hansen tóku við afturvali, og vórðu valdir. Nývaldur í nevndina varð Christian Danielsen.

Í nevndini fyri RFF sita sostatt Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Kaj M. Petersen, Jónas Sigmarsson, Christian Danielsen, Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen.

Í ársfrásøgn síni nevndi fráfarandi formaður, Annfinn V. Hansen, millum annað:

“At so nógv skip nú eru skrásett í FAS-skipanini hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan á avleidda virksemið og t.d. arbeiðspláss fyri føroyskar sjómenn. Eisini skapar henda vinna nýggj vitunararbeiðspláss á landi. Búskaparliga íkastið av avleidda virkseminum av FAS byrjar nú av álvara at síggjast aftur í føroyska samfelagnum, so sigast má, at í mun til endamálið við skipaskránni, so gongur eftir ætlan.

Tað er tí týdningarmikið, at øll, sum vara av FAS-skipanini, leggja seg eftir at varðveita støðugar og góðar karmar um hana, soleiðis at føroyska altjóða skipaskrásetingin og harvið vinnan kring hesa hevur bestu gróðrarmøguleikar í framtíðini. Um FAS-skipanin framhaldandi skal skilja seg frá øðrum líknandi skipanum og vera kappingarfør, hevur tað týdning, at lógarverkið verður gjørt við atliti til veruleikan sæddan við føroyskum eygum, og at umsitingin av reglunum, sum ávirka skipanin, verður framd við støði í føroyskum viðurskiftum.”

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur nú 25 limir, sum umboða 75 skip.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir