Hetta er eitt norskt njósnaraskip
05.02.2012 - 00:20 - Sverri Egholm
Alment verður tað nevnt rannsóknarskip, men í veruleikanum er talan um njósnaraskip.
FS Marjata er ógvuliga framkomið njósnaraskip á tremur við allari hugsandi nýmótans útgerð, ið hevur til endamáls at síggja og hoyra alt, ið gongur fyri seg norðan fyri Norra og eysturyvir haðani.
Hóast Kalda kríggið ikki er til longur, heldur norska verjan, at tað framvegis er alneyðugt at fylgja við í, hvat russar takast bæði á landi og sjógvi nærhendis Norðurnorra. Marjata hevur eisini tann merkiliga vana at vera til staðar í Barentshavinum, hvørja ferð russiski flotin hevur venjingar á leiðunum við Murmansk
Skipið skal savna saman so nógvar upplýsingar sum gjørligt umvegis lurtiútgerð. Umborð eru granskarar, sum duga russiskt mál. Við at avlurta russisk sambond fáast upplýsingar um mannagongdir og orku hjá russiska norðurflotanum.
Norska verjan nevnir ongantíð hetta skip og roynir altíð at gloyma, at tað yvirhøvur er til.
Norska verjan hevur ikki ætlanir um at minka um virksemi. Nýtt skip er bílagt fyri hetta. Nýggja skipið skal byggjast fyri 1,4 milliardir norskar krónur á Langsten. Eftir ætlan verður farið undir byggingina í 2014.
Kelda: Netavísin