Mynd: vagaskip.fo - Tilv. mynd

Føroyar og Norra gjørt fiskiveiðuavtalu


27.03.2014 - 12:31 -


Føroyar og Norra komu í gjár ásamt um eina sínámillum fiskiveiðuavtalu fyri 2014.

Eftir avtaluni kunnu norðmenn fiska 1250 tons av longu og blálongu, 1025 tons av brosmu og 737 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi. Harumframt kunnu norsk skip fiska upp til 80.000 tons av norsku svartkjaftakvotuni í ár undir Føroyum.

Norðmenn fegnast

Føroyingar kunnu fiska 2000 tons av toski, 400 tons av hýsu, 300 tons av upsa og 100 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi. Harumframt kunnu føroyingar í norskum sjógvi fiska upp til 10.000 tons av toski umframt nakað av hýsu og øðrum fiskasløgum, sum vit hava fingið í eini býtisavtalu við Russland.

-Avtalan er í tráð við tilmæli okkara til fiskimálaráðið, og tað hevur stóran týdning, at norsk skip sleppa at fiska upp til 80.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Svartkjaftaatgongdin er týdningarmikil - eisini tí at strandalandaavtalan um svartkjaft skjótt skal endurnýggjast, kanska longu næsta ár, sigur stjórin í Fiskebåt, felagnum hjá norska fjarfiskiflotanum, Audun Maråk, í eini viðmerking á heimasíðu felagsins.

Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Norra er tann fyrsta síðani 2010 og ber millum annað í sær, at eisini norsk línuskip - sum Frøyanes á myndini omanfyri - aftur kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

Enn eru ongar viðmerkingar komnar frá føroyskari síðu til nýggju fiskiveiðuavtaluna við Norra.

Fyrr í hesum mánaðinum undirskrivaðu Føroyar og ES eisini avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2014.

Kelda: sandportal.fo



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir