Fleiri og fleiri bingjuskip verða løgd

25.01.2012 - 12:52 - Sverri Egholm

Síðsta mánaðin er talið á løgdum bingjuskip økt rættiliga nógv. 

Í síðstu viku løgu íalt 268 bingjuskip í vinnuloysi, og hesi samanløgd hava rúm fyir 676.000 TEU. Talan er um næstan 30 prosent øking.

Sambært uppgerð, ið Alphaliner hevur latið úr hondum, er talið á løgdum bingjuskipum økt frá 210 upp í 268 skip í ein mánað, ella 27,6 prosent. Orkan, ið hesi skip umboða, er farin úr 526.000 TEU upp í 676.000 TEU, og hetta gevur so 28,5 prosent hækking.

Eitt TEU er rúmið, ein 20 fót bingja tekur.

Tøllini vísa eisini, at størri og størri skip verða løgd.

Gongdin vísir, at kappingin innan bingjuflutning á høvunum er hørð, og at reiðaríini leggja seg eftir at hava størri størri skip.

Kelda: Netavísin




Fleiri greinar

Alaskan Leader Fisheries bílagt nýtt skip

22. Feb 2012 - 22:17

Uttanlands: Fyrr í hesum mánaðinum var byggisáttmáli undirskrivaður millum Alaskan Leader Fhisheries og amerikonsku skipasmiðjuna JM Martinac Shipbuilding Corporation of Tacoma í Washington um at byggja nýtt línuskip til Alaskan Leader Fhisheries . Nýggja skipið verður millum heimsins mest umhvørvisvinarligu skipini í heiminum, og verður...

les meir

Arctic Viking farin nýggjan túr

22. Feb 2012 - 21:52

Innanlands: Arctic Viking, sum hevur landað 400 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, loysti aftur av Hafnafirðinum í nátt, nú hava teir sett kós í Loynikrókin at fiska rækjur. Seinasta túr fiskaðu teir á Grand Banks, tað eru uml. 1.300 fj. av Grand Banks til...

les meir

DFDS hevur bílagt 150 ro/ro skip

21. Feb 2012 - 19:14

Uttanlands: DFDS tímir ikki at tvætla við eitt og tvey skip í senn. Tey vilja heldur byggja skip í hópframleiðslu. Henda útsøgn er ikki at taka munnin ov fullan, tí DFDS hevur júst bílagt eina røð við 150 skipum.Hesi 150 skipini eru kortini ikki so stór...

les meir

Østerbris AS skal hava nýtt skip

21. Feb 2012 - 18:11

Uttanlands: Norska reiðaríið Østerbris A/S hevur sett seg í samband við Wärtsilä skibsdesign um eina tekning av nýggjum skipið. Reiðaríið ætlar at skifta núverandi skipið, ið kallast Austerfjord út við eitt nýtt nótaskip, ið skal hava navnið Østerbris. Enn er eingin byggisáttmálið undirskrivaður, tí at reiðaríið...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.


In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.