Mynd: Skipsportalurin

Fiskur hagreiddur og fermdur á rættan hátt


Tey flestu skipini, sum koma av Flemish Cap eru í júst somu støðu sum Ran, tí ein partur av fiskinum var so stórur og feitur, at ikki ber til at blokkfrysta hann.

Góðskuni feilar onki, tí fiskurin er bæði væl hagreiddur og niðurfrystir eins væl og restin av fiskalastini. Ódámliga og ólógliga herferðin hjá Norðloysinum er tí ikki annað enn ein misskilt roynd at æruskemma trolfiskiskapin til frama fyri línufiskiskapin, tí hesin ikki fekk alla kvotuna á Flemish Cap.
Tey bæði skipini hjá Thor, Ran og Phoenix, ið júst eru komin aftur av sera væleydnaðum túri á Flemish Cap við fullari last, eru nú landaði, og góðskan á fiskinum er av tí allar besta. Hetta, hóast Norðlýsið á bæði ódámligan og ólógligan hátt í gjár gjørdi eina roynd at æruskemma reiðarafyritøku okkara, tí vit ikki skulu hava hagreitt og lastað ein part av fiskalastini á rættan hátt.

Norðlýsið roynir at skapa eina misteinkiliga mynd av eini støðu, ið er heilt vanlig, og sum øll onnur skip við frystilast, ið eru komin av Flemish Cap, bæði eru og hava verið í. Nevniliga, at ein partur av fiskinum, ið er ov stórur til at blokkfrysta, á sama hátt má frystast heilur, eins og gjørt varð umborð á Ran. Hetta er ein heilt vanlig og væl kend avbjóðing innan fiskivinnu allastaðni, sum ikki bert er galdandi fyri stóran tosk, men sjálvandi øll stór fiskasløg og annað, sum fæst úr sjónum, ið verður heilfryst.

Fyri okkara viðkomandi er talan um eini 70 tons av teimum tilsamans 410 tonsunum, har fiskurin er so stórur og feitur, at tað ikki ber til at frysta hann í blokk. Hetta merkir á ongan hátt, at hesin fiskur ikki lýkur neyðugu góðskukrøvini, sum eru galdandi. Vit er tí ikki í iva um, at eisini hesin parturin av lastini er í lagi, men tað fáa vit nærri at vita, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan er liðug at kanna fiskin.

Umboð fyri fiskakeyparan var á staðnum, meðan lossað hevur verið og tikið góðskuroyndir av fiskinum. Eisini av fiskinum, sum HFS hevur lagt hald á, og teir eru sera væl nógdir við góðu góðskuna frá Ran.

Tað er tí ómetaliga harmiligt og ørkymlandi fyri okkum sum fyritøku, at vit við bæði ódámligum og ólógligum framferðarhátti skulu verða viðfarin soleiðis, har ein fjølmiðil í síni misskiltu roynd at renna ørindi fyri aðrar partar av høvuðsvinnu føroyinga – og í síni jakstran eftir sensatiónini – nýtir slík lokabrøgd at sverta okkum til.

Thor kannar í løtuni, um rættast er at melda Norðlýsið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til skip okkara, ella um rættast er at taka onnur stig, skrivar Thor í tíðindaskrivi í dag.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir