Fekk ovurstóran tosk í Ermasundi
19.02.2012 - 15:30 - Sverri Egholm
Toskurin er fingin við tráðu í Ermasundi. Hetta var fyrstu ferð, hesin maður royndi seg við tráðu, so hann var heppin.
Talan er um 31 ára gamlan breta, ið eitur Chris Proctor. Hetta var fyrstu ferð, hann var og fiskaði í Ermasundi. Fyrst helt hann seg vera fastan í einhvørjum vraki á botni, men so kendi hann, at okkurt var á, og eftir hálvum tíma var fongurin innanborða.
Hetta er met. Hetta er størsti toskur, ið nakrantíð er fingin í Ermasundi. Hann vigaði 43 lbs 9 oz. Hetta svarar til 19,8 kilo.
Kelda: Netavísin

Fleiri greinar
18. Mai 2012 - 21:00
Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...
18. Mai 2012 - 19:45
Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...
18. Mai 2012 - 19:35
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...
17. Mai 2012 - 16:01
Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...