fjal

Fagraberg fiskar lodnu undir Íslandi


03.02.2012 - 18:04 - Kiran Jóanesarson

Nótaskipið Fagraberg roynir í løtuni eftir lodnu undir Íslandi, og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur roynst væl.

Teir hava fiskað í knappar 3 dagar, og hava longu fingið 1200 tons av lodnu, upplýsir Høgni Hansen skipari fyri Skipsportalinum.

- Vit hava fiskað í knappar 3 dagar, og hava havt fleiri smá tov á 200 tons. Síðsta túr landaðu vit 420 tons til matna í Kollafirði, meðan restin fór til Havsbrún, sigur skiparin víðari í samrøðu við Skipsportalin.

Skiparin sigur eisini, at danskarir eru sera áhugaðir í at keypa lodnuna, men tað eru 900 fjórðingar at sigla, so tað mesta fer til olju.

Høgni Hansen skipari sigur til endans, at teir vænta at landa í Íslandi hendan túrin, av tí at tað er so langt at sigla, men har er prísurin nakað lægri.

 

 




Fleiri greinar

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir

Sjagaklettur og Gullberg á Vestmanna

17. Mai 2012 - 16:01

Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.