Mynd: Skipsportalurin.

Fær gamla litin aftur


10.04.2014 - 13:35 -


Línuskipið Reynsatindur, ið var seldur til eitt felag í Klaksvík fyrr í ár, hevur fingið navnið Pison, ið er upprunaliga navnið hjá skipinum.

Men gamla navnið er ikki tað einasta, ið Pison hevur fingið aftur, Pison er nú málaður bláur aftur og líkist nú aftur tí skipinum, ið var heimahoyrandi í Klaksvík fyri nøkrum árum síðan.

Fyrrverandi Pison, ið eldur kom í, er seldur til eitt annað felag í Klaksvík, og hevur fingið navnið May, tað gelagið eigur eisini skipini Max, sum er fyrrverandi Jónrit og Fox, ið er furrverandi Froya. 
Hvat Pison kostar tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap vita vit ikki.

Um Pison:

Bygdur 1961 á Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg.
Stødd: 272 BRT.
Umbygdur í Hirtshals 2002.

Nøvn:
1961 – Pison KG476, Klaksvík – P/F Joensen & Olsen.
1991 – Pison KG476, Klaksvík – P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson.
2007 – West Freezer VA366, Miðvágur – sP/F 476 v/Tummas Jacob á Løgmansbø.
2011 – Reynsatindur VA174, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir