fjal

Enn ein nýbygningur til Noregi


03.02.2012 - 23:40 - Kiran Jóanesarson

Reiðaríið Hardhaus AS í Bekkjarvik hevur undirskrivað nýggjan sáttmála um nýtt nótaskip.

Nýggja skipið, ið fær navnið Harvest vænast at verða latið eigarunum í august mánaða komandi árið, og verður prísurin um 200 mió. krónur.

Tað er felagið Wårtsilå Ship Design, ið hevur teknað skipið og er tað sama felag, sum hava teknað Trónda í Gøtu. Nýggi Harvest verður smáar 6 metur longri og 3. metur breiðari enn núverandi Harvest, ið varð bygdur í ár 2000.

Fitjar Mekaniske Verksted AS (FMV), ið skal byggja nýggja skipið, hevur drúgvar royndir innan skipasmíð og umvæling.

Fitjar Mekaniske Verksted hevur í vinnu í meiri enn 50 ár, og er tað mest roynda og framkomna skipasmiðjan í Noregi. Felagið hevur serkunnleikað innan nýbygging av serligum skipum til fiskiskap og offshore vinnuna.

Upplýsingar:
Longd: 67 metrar
Breidd: 14,8 metrar
RSW kap. 1800 m3




Fleiri greinar

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir

Sjagaklettur og Gullberg á Vestmanna

17. Mai 2012 - 16:01

Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.