Eldur í norskum línuskipi
25.01.2012 - 22:06 - Bárður Michaelsen
Dagurin byrjaði eitt sindur ógvusligt fyri manningina á norska línuskipinum Ny Argo, tí eldur var í maskinrúminum
Tað spældi kortini væl av, tí eftir hálvum tíma fingu teir tamarhald á støðuni. Sjálvvirkandi sløkkiskipanin gjørdi tað, hon skuldi, og teir vilja vera við, at tað var hon, sum bjargaði skipinum.
Fjúrtan mans eru við Ny Argo, og teir vóru sjálvandi eitt sindur skelkaðir av tilburðinum í morgun. Skipið var ávegis inn í Ålesund eftir túr í Barentshavinum, tá eldur kyknaði í maskinrúminum. Nógvur roykur var, men eldurin sløknaði skjótt, tá skiparin setti sløkkiskipanina til.
Ny Argo er seinnapartin sleipað inn til Ålesund. Bjargingarskútan Halvdan Grieg sleipaði.
Teir hava 130 tons av toski í lastini, og henda hevur ongan skaða fingið. Maskinrúmið fekk ikki so stóran skaða, og skiparin, Kåre Dyb, sigur við norskar miðlar, at teir helst vera til reiðar til fiskiskap aftur, tá vikuskiftið er farið afturvið.

Kelda:netavísin.fo