Mynd: Facebook.

Eivind kemur í komandi viku


20.02.2014 - 20:38 -


Línuskipið Brimøy úr Noreg, ið er keypt til Sandavágs verður vænanti í Føroyum í komandi viku.

- Eivind verður vónandi í Føroyum næsta leygardag, Vesnus fer yvir til Noregs sunnudagin ella mánadagin.

Hetta sigur Hálvdan Gudmundsen í samrøðu við Skipsportalin í kvøld.
Brimøy, ið fær navnið Eivind, verður heimahoyrandi í Sandavági og skipið kostar uml. 23 mio kr tilsamans tá ið tað er klárt at fara til fiskiskap.

Eivind er frystulínuskip, og kann frysta uml. 46.000 pund um døgni.
Venus, sum skal til Noregs skal brúkast til ísfiskaveiðu, upplýsir Hálvdan Gudmundsen reiðarið.

Eivind, Klakkur og Kambur eru allir bygdir á somu skipasmiðju, men Kambur er minstur av teimum trimum. Tann størsti er klakkur, ið eisini er longdur eftir at hann varð bygdur.

Skipsportalurin spurdi Hálvdan Gudmundsen, hvat hann ætlar at gera við Havbúgvan, og her svarar reiðarin, at Havbúgvin framvegis verður í vinnu.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir