Disney Magic

Disney kemur á Havnina


25.03.2014 - 23:42 -


Í summar kemur ferðamannaskipið Disney Magic á fyrsta sinni til Føroya. Talan er um eitt sera stórt skip, sum er 294 metrar til longdar. Til samanberingar er føroyska flaggskipið Norrøna 165 metrar.

Umborð á Disney Magic er rúm fyri 2.700 ferðafólkum umframt eini manning, ið telur 950 fólk. Tórshavnar havn fegnast um, at tílík stásilig skip koma til Havnar og ríka um býarmyndina.

Disney Magic bleiv bygd í Italia í 199, og í 2013 varð skipið endurnýggjað, tíí verður tað eitt snotiligt skip, sum stevnir inn á Havnina í summar.

- Hetta letur seg einans gera, tá umboðsfelagið, sum í hesum føri er Tor Shipping, og Tórshavnar havn í felag bjóða seg fram, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari.

Kelda: Netavisin.fo


Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir