Danmark fylgir við makrelsamráðingunum
26.01.2012 - 14:07 - Kiran Jóanesarson
Mette Gjerskov, fiskimálaráðharri, sigur, at Danmark fer at gera tað, sum gerast kann, til tess at finna eina samráðingarloysn.
- Danmark er ikki beinleiðis uppi í makrelsamráðingunum, men eg kann vátta, at vit frá danskari síðu vilja gera alt, sum vit eru ment, i at funnið verður fram til eina samráðingarloysn.
Tað sigur danski ráðharrin fyri matvørur, landbúnað og fiskivinnu, Mette Gjerskov, í eini svari til yrispurning frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
Føroyski fólkatingsmaðurin spurdi ráðharran, hvønn hugburð ráðharrin hevur til makrelósemjuna og áheitanina frá Norðurlandaráðnum um at finna eina loysn á málinum.
Mette Gjerskov nevnir eisini, at hon fegnast um, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES tekut atlit at kanningini, hvussu makrelurin ferðast í Norðuratlantshavi.
- Eg vænti, at nýggjar upplýsingar um ferðamynstrið hjá makrelinum verða tiknar við í samráðingarnar millum strandalondini, sigur Mette Gjerskov.
Í løtuni eru samráðingar millum, skrivar kringvarp.fo

Fleiri greinar
22. Feb 2012 - 22:17
Uttanlands: Fyrr í hesum mánaðinum var byggisáttmáli undirskrivaður millum Alaskan Leader Fhisheries og amerikonsku skipasmiðjuna JM Martinac Shipbuilding Corporation of Tacoma í Washington um at byggja nýtt línuskip til Alaskan Leader Fhisheries . Nýggja skipið verður millum heimsins mest umhvørvisvinarligu skipini í heiminum, og verður...
22. Feb 2012 - 21:52
Innanlands: Arctic Viking, sum hevur landað 400 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, loysti aftur av Hafnafirðinum í nátt, nú hava teir sett kós í Loynikrókin at fiska rækjur. Seinasta túr fiskaðu teir á Grand Banks, tað eru uml. 1.300 fj. av Grand Banks til...
21. Feb 2012 - 19:14
Uttanlands: DFDS tímir ikki at tvætla við eitt og tvey skip í senn. Tey vilja heldur byggja skip í hópframleiðslu. Henda útsøgn er ikki at taka munnin ov fullan, tí DFDS hevur júst bílagt eina røð við 150 skipum.Hesi 150 skipini eru kortini ikki so stór...
21. Feb 2012 - 18:11
Uttanlands: Norska reiðaríið Østerbris A/S hevur sett seg í samband við Wärtsilä skibsdesign um eina tekning av nýggjum skipið. Reiðaríið ætlar at skifta núverandi skipið, ið kallast Austerfjord út við eitt nýtt nótaskip, ið skal hava navnið Østerbris. Enn er eingin byggisáttmálið undirskrivaður, tí at reiðaríið...