fjal

Alaskan Leader Fisheries bílagt nýtt skip


22.02.2012 - 22:17 - Kiran Jóanesarson

Fyrr í hesum mánaðinum var byggisáttmáli undirskrivaður millum Alaskan Leader Fhisheries og amerikonsku skipasmiðjuna JM Martinac Shipbuilding Corporation of Tacoma í Washington um at byggja nýtt línuskip til Alaskan Leader Fhisheries .

Nýggja skipið verður millum heimsins mest umhvørvisvinarligu skipini í heiminum, og verður millum tey størstu skipini av sínum slag í Alaska.

Skipið, ið fær navnið Northern Leader verður 56 metrar langt, 12,8 metur breitt, og stingur 5,6 metur.
Hvat skipið kostar vita vit ikki.

Northern Leader skal avloysa eitt línuskip hjá reiðarínum, ið er heili 70 ára gamalt.
Reiðarin Robin Samuelsen sigur, at teir eru spentur uppá nýggja skipið og, at trygdin nú verður í hásæti, í mun til tey gomlu skipini, ið eru alt ov gomul og ótíðarhóskandi.
Northern Leader verður latin eigarunum í vár 2013.




Fleiri greinar

Cruise Tórshavn í gongd

18. Mai 2012 - 21:00

Í morgin 19 mei kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1000 ferðafólkum.”Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin” sigur stjórin á Kunningarstovuni Theresa Turidardóttir Kreutzmann – tað er so umráðandi at ferðafólkini...

les meir

Almennur fundur um nýggja virkið á Tvøroyri

18. Mai 2012 - 19:45

Tað var Tvøroyra kommuna sum bjóðaði íbúgvunum í kommunini til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Nú er alt hent so skjótt. Í Januar boðaði Varðin frá at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri og at tað skal standa liðugt...

les meir

Arctic Viking góðan túr í russiskum sjógvi

18. Mai 2012 - 19:35

Rækjutrolarin Arctic Viking landaði týsdagin og mikudagin í Kårvik í Norður-Norra, teir hava gjørt góðan túr, høvdu fulla last 460 tons av rækjum. Arctic Viking byrjaði túr 5. apríl, teir hava roynt mest í russiskum sjógvi. Arctic Viking fer nýggjan túr...

les meir

Sjagaklettur og Gullberg á Vestmanna

17. Mai 2012 - 16:01

Nýggju partrolararnir Sjagaklettur og Gullberg komu á Vestmanna kl.15 í dag, stutt móttøka var fyri skipunum og høvi var at síggja skipini.Nýggju skipini fara væntandi at liggja í Vestmanna í nakrar dagar, meðan riggað verður til at fara til fiskiskap.Skipsportalurin var sjálvandi á staðnum og...

les meir





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.



In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.