Aker selur trolara til Kanada
31.01.2012 - 14:44 - Kiran Jóanesarson
Aker Seafoods hevur selt trolaran Nordfjordtrål til kanadiskan keypara
Sølusáttmáli er undirskrivaður millum Aker Seafoods ASA og Independent Seafood Canada Corporation um trolaran Nordfjordtrål. Prísurin verður umleið 43 milliónir norskar krónur, og handilin verður avgreiddur 1. desembur 2012, so avtalan er gjørd í góðari tíð.
Fyri Aker Seafoods er hetta liður í tilgongd at endurnýggja flotan. Nýggjur trolari kemur fyri Nordfjordtrål. Í fjør bílegði Aker tríggjar nýggjar trolarar, og hesir verða latnir felagnum í 2013 og 2014. Fleiri av verandi trolarum hjá Aker skulu endurnýggjast og umbyggjast, men hesin verður so seldur.
Sí grein um nýggju trolararnar, sum Aker hevur bílagt:
http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=4477

Kelda: Netavisin.fo