5 ár síðani gamla Norrøna bleiv til Logos Hope


05.05.2014 - 12:02 -


5 ár eru nú liðin liðin, síðani gamla Norrøna varð liðugt umvæld og sigldi út á heimsins høv undir navninum Logos Hope.

Sera væl umtókt

Hesi 5 árini hevur skipið siglt á øllum heimsins høvum og hevur vitjað 88 havnir í 47 ymsum londum. 3,6 mió. fólk hava hesa tíðina vitjað umborð á Logos Hope og kent hitan frá manning og tænastum hjá skipinum.

Logos Hope er sera væl umtókt, har skipið vitjar. Tað veri seg í Hong Kong, Mombassa ella London, so fær skipið altíð sera gott kajpláss, so vitjandi uttan nakað hóvasták kunnu spáka sær umborð og uppliva alt tað, sum skipið hevur at bjóða.

Tiltøk umborð

Eitt tað mest serstaka við skipinum er stóra audiotoriið, sum er bygt har afturi. Pláss er fyri heili 500 fólkum, og hesin salur verður brúktur dagliga. Túsundtals vitjandi fáa eina uppliving fyri lívið, tá tey vitja stórslignu tiltøkini umborð.

Bókasøla, ið er heimsins størsta flótandi bókasøla, verður eisini væl vitjað, og milliónir av bókum verða seldar hvørt ár.

Føroyingar umborð

Fleiri føroyingar eru við skipunum, og umborð leggja tey ikki fingrarnar ímillum, tá tey rósa m.a. maskinmonnum úr Føroyum, sum ferð eftir ferð hava virkað umborð.

Tað er OM, sum eigur Logos Hope. Í komandi viku skipar OM fyri stóra tiltakinum FOKUS á Skálafjørðinum, og leygardagin verður eitt serligt tiltak, har Logos Hope verður í fokus.

Í sambandi við FOKUS verður eisini ein "heimsbygd", Global Village, sett upp í gomlu hølunum hjá Elding í Saltangará, har tey vitjandi fara at fáa eina uppliving fyri lívið, skrivar sandportal.fo



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir